21.6.08

Landsverk byggir land


Anne Berit Landsverk við parkeringsskeltið og ein av gulu bilunum hjá Landsverkfrøðinginum. (Myndir Birgir Kruse)

Anne Berit ber sjáldsama eftirnavnið Landsverk. Sjáldsamt, halda vit í Føroyum, tí her kenna vit bara navnið frá Landsverkfrøðinginum. Men í Noregi er Landsverk vanligt eftirnavn. Innan hon kom til Føroya við vinkonunum Sissel og Svanaug, hevði hon keypt túsund føroysk seyðaskinn. Eins og vinkonurnar, arbeiðir Anne Berit í klædnavinnuni.