Skip to main content

Mentanarnátt í Havn


Tey skjóta við skørpum, Beinta av Reyni, Bárður Dal-Christiansen og fleiri ung myndlistafólk, ið eru við á summarframsýningini Kanska, sum Martin Næs, setir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið kl 22:00. Framsýningin Kanska verður eisini í Listaskálanum, Natúrligvís

Heðin Mortensen borgmeistari í Havn setur Mentanarnáttina fríggjakvøldið 6. juni 2008 klokkan 18:00.

Nógv spennandi tiltøk eru á mentanarnáttini í Havn hetta fríggjakvøldið. Sum vant letur Norðurlandahúsið upp ein summarframsýning við nútíðarlist, sum hesuferð hevur fingið beinrakna heitið Kanska.

Ein sjáldsama snøggur bóklingur er givin út í hesum sambandi, har Dagmar Warming skrivar tekstin. Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum http://www.nlh.fo/ kann lesast nærri um Kanska.

Listafólkini, ið eru við á Kanska eru Bárður Dal-Christiansen, Annika á Lofti, Óluva Johannesen, Beinta av Reyni, Edward Fuglø, Kári Svensson, Philippe Carré, Eyðun av Reyni, Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn, Jóna Rasmussen, Amariel Norðoy og Arnold Vegghamar.

Skilligt er, at føroysk myndlist er í eini broytingartíð. Framsýningin á Leopold savninum í Wien, og tað úrval, sum har varð gjørt, hevur undra mangan. Til dømis at Eivindur í Gongini fær pláss við síðuna av Mikinesi, sum er ímyndin av føroyskari hugsan um list. Ein føroyskur grundtóni úr sortanum, sum millum heims og heljar rúmar bæði Kingo og kvæðum. Samanhangurin er natúrligvís grindadráp. Tí eru Eivindur og Mikines natúrligvís í slekt.

Og soleiðis er. Óvæntaðar avgerðir, ið eins og Deus ex Machina bráddliga koma uttanífrá, provokera og elva til hugbursbroytingar, ið aftur skapa nýggjar ringrásir í listarliga umhvørvinum, sum spennandi og livandi dregur á bæði, kanska, kanska ikki. Dunnuhylurin verður aldri hin sami.

Tí er stuttligt at henda framsýning rópast Kanska. Undan henni var jú ein framsýning, ið róptist Natúrligvís.

Á Landsbókasavninum hevur Ole Wich framsýning við tekningum, hann hevur gjørt fyri Dimmalætting síðani 2005. Dimmumyndir er heitið á framsýningini, ið letur upp kl. 20:00. Til dømis sæst tann framúr stuttliga tekningin við húskinum hjá Simpson og teimum í føroyskum búnað í føroyskari stovu.

Bókahandilin Rit & Rák skipar fyri upplestri fleiri fyrrapartar hesa vikuna. Men fríggjakvøldið klokkan 19:00 verður krúnan sett á verkið. Tá fara Bjørk Olsen, Ditte M. Joensen, Andrias Høgenni, Regin Berg, Ludvík Breckmann og Sigga Maria Højgaard at lesa upp úr egnum teksti. Hesi bæði seinastu hava givið yrkingasavn út. Heðin M. Klein verður orðstýrari.

Kunningarstovan veit nærri at siga um Mentanarnáttina, sum verður fríggjakvøldið í Havn.