Skip to main content

Norðurlendskir studentar vitja

Norðurlendsku studentarnir í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini. Niels Linde úr Århus sæst smílandi, mitt fyri, við samanlagdum hondum. Hann er argur inn á danskar endursendingar í føroyskum sjónvarpi. Fremst fyri er Jógvan í Lon Jacobsen, adjunktur í málfrøði, ið hevur høvuðsábyrgdina av Nordkurs summarskeiðnum 9.-28. juni 2008 (Mynd: Birgir Kruse)

Vanligt er at studentar hittast í einum Norðurlandi, tá summarfrítíðin er. Onkustaðni undir heitinum sommeruniversitet.

Í løtuni er tílíkt summarsetur, Nordkurs summarskeið, á Føroyamálsdeildini á Fróðaskaparsetrinum.

Her vitja 26 norðurlendskir studentar, sum í teirra heimlandi lesa mál og bókmentir. Endamálið við skeiðnum er at tey kunna seg so mikið við føroyskt mál, bókmentir og mentan, at tey verða før fyri at seta hesi evni og viðurskifti inn í ein størri norðurlendskan samanhang.

Mánadagin hitti eg norðurlendsku studentarnar. Eftir ein fyrilestur um føroyskar miðlar, frá fyrstu avísini í 1852 til dagsins skrá hjá Sjónvarpinum, var kjak.

Niels Linde, sum lesur í Århus, var fegin um at vera sloppin við á Nordkurs skeiðið. - Jeg nyder i den forbindelse også glæden og morskaben ved at kunne se færøsk TV, sigur Niels, ið er serstakliga upptikin av EM fótbólti. - Jeg er en stor fodboldfan, så jeg er mægtig glad for, at alle kampene fra EM sendes, endda med dansk kommentator, sigur Niels Linde eitt sindur ertandi. Tí hann er illa við av teim donsku sendingunum, sum verða endursendar í Føroyum.

- Morskaben, derimod, hænger ikke så meget sammen med fodboldprogrammerne, men med visse andre, skal vi sige "unikke" udsendelser, der pryder sendefladen. Topeksemplet må være fra i søndags, hvor der i den bedste sendetid, klokken 19, blev vist en udsendelse om hyldetræet, dets naturmedicinske og magiske funktion i før-moderne tid! Det kan i sig selv ikke være et overvældende spændende emne for færinger, der vel næppe har ejet mange hyldetræer, men den virkelige dødssynd er dén, at programmet var af overvældende ussel kvalitet. Til gengæld var det lidt af et mediearkæologisk fund, nemlig en genudsendelse fra DR1, der kan dateres tilbage til 1991! For mig et ganske underholdende syn - men ikke et gensyn, for jeg tvivler stærkt på, at programmet har været sendt "prime time" i Danmark, og det har vel næppe været set af andre end de, der tilfældigt har haft åbnet for fjernsynet en tirsdag ved middagstid. Min konklusion: Enten er manglen på midler i færøsk Tv kombineret med en ganske fraværende evne til at vælge hvad, der skal hentes ind fra udlandet, og hvornår det skal sendes, eller også har de færøske programtilrettelæggere en fantastisk sans for humor og forstår at udnytte det økonomiske lavvande til at give os danskere et godt grin, sigur ein ikki sørt argur Niels Linde úr Danmark.

7 Nordkurs studentar eru úr Noregi, 6 úr Svøríki, 6 úr Danmark, 5 úr Finnlandi og 2 úr Íslandi. Summir av hesum studentunum eru ikki-norðbúgvar, sum lesa á norðurlendskum universitetum. Í ár er ein kekki og ein týskari við á skeiðnum.

Føroyar og Grønland hava avtalað ein skipan soleiðis, at summarskeið er í Føroyum tvey fylgjandi ár, og tað triðja árið er skeið í grønlendskum í Grønlandi.

Skeiðið verður fíggjað við pengum frá Norðurlendska ráðharraráðnum umvegis Nordplus, sum er ein mál- og mentanarskrá, ið skal styrkja málfatanina í Norðurlondum og økja áhugan fyri málum og mentanum í Norðurlondum.

Lærarar eru: Hjalmar P. Petersen og Randi Kúrberg í máli og Kirsten Brix og Hanna Jensen í bókmentum. Høvuðsábyrgdina fyri skeiðnum hevur Jógvan í Lon Jacobsen, meðan Lena Reinert tekur sær av tí praktiska partinum.

Skráin byrjaði 9. juni og heldur áfram til 28. juni.

Meiri er at lesa um Nordkurs-summarskeiðið á Føroyamálsdeildini her:

http://www.nordkurs.org/faroerna/torshavn/forside.html