11.6.08

Petur Pólson hamskiftur

Perman á nýggja yrkingasavninum "Hamskifti", har Petur Pólson hevur savnað 30 nýggjar yrkingar. Heidi Andreassen gjørdi permuna.

Petur Pólson gevur út nýtt yrkingasavn Hamskifti. Í savninum eru 30 yrkingar, ein á hvørjari blaðsíðu. Yrkingarnar eru skrivaðar í tíðarskeiðnum 2002-2006, ið yrkjarin lýsir sum eitt sera rembingarsamt tíðarskeið í lívinum og harav heitið Hamskifti.

Heidi Andreassen, vit kenna frá svimjing, hevur gjørt permuna, Eyðun á Borg og Hervør Jørgensen hava rættlisið. Ólavur í Beiti hevur samskipað og forlagið Grønhólmur gevur út.

Birgir Kruse hevur skrivað fororðini:

Sjey ár eru liðin síðani Petur Pólson gav út eitt yrkingasavn. Í somu sjey ár hevur Petur livað turrumegin tilveruna. Dysturin við brennivínsdevulin og aðrar illar andar gerst í hesum savni drívmegin at fata borgarligu tilveruna og seta hana í glas og rammu, sum menniskja, pápi og lærari. Ein tilveruligur ivi, sum undir høgum fjøllum setur í pennin á miðjari nátt. Á sløttum letur hann orðini sleppa at liva.

Petur og eg hava samstarvað í útvarpssendingum og undirvísing. Báðir hava vit tokka til rokkskaldskap og hava røtur til vinnulívsbygdina Gøtu og tað sterka trúarlív, sum har er. Báðir abbarnir løgdu lunnar undir brøðrasamkomuna á staðnum, og eg minnist enn tað sannførandi einfeldni, ið ljómaði kring hesar gomlu menn, meðan russar lógu á vágni, sildin gekk kyk og tilveran máldist í amerikonskum bilum. Helst hava bókmentanarligu fyrimyndirnar hoyrt sama ekkó, tá tær sungu I can’t escape from you.

Hesin einsligi dystur millum pappírið og pennin er karmurin um hetta savn av yrkingum. Yrktar á miðjari nátt. Myrknar, ella verður tað ljósari?

Teksturin omanfyri eru fororðini í yrkingasavninum Hamskifti eftir Petur Pólson, 2008.

HAMSKIFTI

og sálin liggur í pettum
á gólvinum

havi kent tað sum
varð eg syftur runt
í tómum rúmi

uttan nakað tamarhald
á hesum djevlum
sum búgva inni i mær

hjartað vil spreingjast
og eg fái onga luft

ongin friður er
í kroppinum

alt piprar og ristir

orki ikki
má sleppa burtur

havi ikki hug at
kenna henda mannin
sum er vorðin alt
eg innast inni hati

hugsi um at
knúsa spegilin
men hóast glaspettini
verður maðurin
verandi

og sálin liggur pettað
sundur á gólvinum

Petur Pólson