23.6.08

Senasti arbeiðsdagur hjá Borghild

Í fráfaringargávu fekk Borghild Sjúrðarberg, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, ein summarsligan málning eftir Torbjørn Olsen (Mynd: Birgir Kruse)

Fríggjadagur 20. juni var seinasti arbeiðsdagur á Føroya Skúlabókagrunni hjá Borghild Sjúrðarberg úr Leirvík.

Í fráfaringargávu fekk hon ein málning eftir Torbjørn Olsen. Hann málar á loftinum á Skipasmiðjuni í Havn, har tey fyrr teknaðu stálplátur til skip. Tá alt var klárt, vóru pláturnar skornar til. Mátini og mynstrini síggjast enn á gólvinum. Men nú verður hetta arbeiði gjørt aðrastaðni og við teldu. Myndaevnið hjá Torbjørn er av hesum somu leiðum kring Skipasmiðjuna – úr Álakeri og út móti Argjalandinum. Lætt, ljóst og summarsligt. Júst sum árstíðin.

Í 1980’árunum málaði Torbjørn í grannalagnum hjá Skúlabókagrunninum á Lutzenstrøð. Tað var í gomlu kioskini hjá Goldney. Umframt bond til grannalagið, kunnu litirnir í aktuella málninginum eisini knýtast til Leirvíksmálaran Jóannis Kristiansen.

Í fjør kom spennandi og litrík bók um Torbjørn Olsen, sum Bárður Jákupsson skrivaði.

Nú nógvar broytingar helst verða á Skúlabókagrunnin fari eg at ynskja Borghild alt tað besta og takka fyri bæði professionella og menniskjansliga samveru á arbeiðsplássinum. Quality time, sum tey siga á enskum.