Skip to main content

Apollo Theatre




Apollo í Harlem - her hava nógvar kendar føtur gingið millum ár og dag. Jógvan og Hanus standa á kendu stavunum, ið leiða innar har Jamesa Brown hevði sínar stórstu dagar. Niðast skeltið, ið vísir til Nat King Cole Walk uttanfyri Apollo Theatre (Myndir: Birgir Kruse)

Mitt í Harlem er spælistaðurin Apollo Theatre, har Ella Fitzgerald, Billie Holiday, James Brown og aðrar svartar stjørnur hava haft teirra bestu dagar fyri 40 árum síðani og longur aftur. Eftir at hava ligið í órøkt í nógv ár, lat Apollo upp aftur í 1985. Við hesa gøtuna, 125. gøtu í Harlem, hava fólk tikið seg saman at rudda upp og bjóða lokalum eins og ferðafólkum spennandi upplivingar í hjartanum á Harlem. Blind boys of Alabama hava spælt ein fløgu inn her, har ágóðin fer til húsið. Nýligani hevur Björk havt konsert her og tá ið James Brown doyði, lá líkið lit de parade í Apollo.