Skip to main content

Búgva á Hotel Chelsea



Vit búgva beint undir skeltinum, út móti vegnum. Unn og Jógvan yvirav hotellinum og niðast Jógvan á trappuni uttanfyri svituna, har vit búgva. Japanski Hiroya (1965-2004) hevur málað.

Um átta tíðina á kvøldi komu vit til Hotel Chelsea á Manhattan. Vit høvdu bílagt svituna 219 í góðari tíð, so vit vóru spent at uppliva hotellið sum búfólk. Í januar 2001 var eg á hotellinum saman við Edward Fuglø og gjørdi samrøður við távernda hotellstjóran Mr. Bard og japanska listamanninum Hiroya. Í meðan er Mr. Bard koyrdur frá og Hiroya er deyður. Meiri um teir báðar seinni.
Unn var við á ferðini í New York 2001 og tá lovaðu vit hvørjum øðrum at her skuldu vit búgva, næstu ferð vit komu til New York. Sum sagt so gjørt.
Ein rokkbólkur, Marlene Fever, hevur nýligani búð í sama rúmi. Ella rættari rúmum. Í stødd er svitan sum tvær íbúðir. Marlene Fever hava gjørt 10 uppøkur her og lagt tær allar á YouTube. Leita og finn upptøkurnar, sum er í svørtum-hvítum upptøkum við spennandi ljóðum.