Skip to main content

Bremsur úr træi





Ovast síggjast bremsurnar, sum eru úr træi; síðani ein sporvognur í brekku; førarin, ið greiðir frá hvussu hann stendur á bremsunum og niðast Jógvan og Hanus umborð á fylta sporvogninum (Myndir: Birgir Kruse)

Sporvognarnir, the Cable Cars, í San Francisico eru elligamlir. Teir koyra oman og niðan eftir brøttu gøtunum frá miðbýnum og oman til Fishermans Wharf. Førarin stendur á bremsunum, sum eru úr træi. Tá hann bremsar sum í harðast, luktar av brendum træi.