24.7.08

Shaking hands with Captain Fingers



Birgir og Lee Ritenour, alias Captain Fingers, á Yoshis Jazz Club í Fillmore, San Francisco mikukvøldið. Teir tosa um sild í Haugesund (Myndir: Jógvan Kruse)

Í Fillmore býarpartinum í San Francisco spældi góði gamli jazzgittaristurin Lee Ritenour (f. 1952) í kvøld. Aftur at sær hevði hann Patrice Rushen, keyboard og sang, Brian Bromberg á bass og Will Kennedy á trummur. Ein easy jazzbólkur við frískum westcoast-tónleiki, sum umframt at vera egin, hevði greiðar sipingar til Wes Montgomery, Les Paul og Chet Atkins. Ein frálík løta í jazzbýlinginum Fillmore. Og ikki minst tá eg púra óvæntað møtti kapteyninum sjálvum í forhøllini í Yoshis Jazz Club í Fillmore. Hann skuldi spæla til sildajazz í Haugesund í Noregi í august og í september kemur nýggj fløga, har Rit spælir saman við Dave Grusin. Vit skiftu eisini orð um at í 1979 var ein føroysk útvarpssending, Rokkredaksjónin, ið hevði lagið Market Street av LP-plátuni Feel The Night sum eyðkennislag. Tað var ikki sørt hugvekjandi.