Skip to main content

Chelsea in the morning




Hanus og Jógvan í skarpa morgunljósinum við inngongina til Hotel Chelsea. Á triðju hædd býr eitt listafólk, sum á durininum sigur "I didnt chose Chelsea; Chelsea chose me". Á fimtu hædd spælir eitt listafólk við skóm og á niðastu mydini síggjast mótmælisdúkar og -handkløð, sum krevja at fáa Harra Barda aftur í leiðsluna.

Hotel Chelsea er heimstaður fyri bohémar, yrkjarar, myndlistafólk og tónleikarar. Upprunaliga varð hotellið bygt til tónleikalesandi. Tí eru veggirnir so tjúkkir at ikki eitt kis hoyrist millum rúmini. Hotellið er bygt í 1883, og fleiri av ferðafólkunum, ið komu livandi í land eftir at Titanic sakk í 1912, hava búð her. Í áratíggju hevur familjan Bard átt og rikið hotellið. Men í fjør var harra Bard koyrdur frá, tá ein ríkmaur í California keypti ognina. Síðani hevur verið mótmælt “Bring back the Bards”.
Hotellið er eisni merkt av deyða og skandalum. Dylan Thomas doyði her í 1953 og Nancy Spungen í 1978. Hon var unnusta Sid Vicious' úr Sex Pistols. Tey er lýst í filminum Sid & Nancy, sum eingin vil gretta orð um her á hotellinum. Og nú vit nevna film, so er erotiski filmurin við Kim Basinger og Mickey Rourke 9 ½ Vika eisini tikin her, eins og myndirnar hjá Madonnu, ið vórðu givnar út í bókini Sex.