23.7.08

City Lights Bookstore




Í trimum hæddum er opið til á midnátt í City Light Bookstore í San Francisco - ein bókahandil, ið eftir hálva øld, enn hevur sál. Bæði Howl og On The Road standa enn fremst á diskinum (Myndir: Birgir Kruse)

Rithøvundafelagið Academy of American Poets sigur á heimasíðuni at City Lights Bookstore í San Francisco is not only a landmark to poetry, but also a battleground for the freedom of speech.

Lawrence Ferlinghetti, sum í dag er heiðursyrkjari í San Francisco, og Peter D. Martin stovnaðu handilin í 1953. Handilin er lýstur sum the nation’s first all-paperback bookstore, tað vil siga at her selja tey bara paperbacks. Hetta er seinni broytt.

Í 1955 er Ferlinghetti einsamallur við handilinum og fer at geva bøkur út undir heitinum City Lights Publishers. Úrvalið fevnir um Beat yrkjarar, sum ikki fáa verk givin út aðrastaðni. Millum nøvnini eru Allen Ginsberg, Frank O’Hara og Jack Kerouac. Útgávufelagið, ið fevnir um fleiri enn hundrað titlar, er enn virkið.

City Lights bleiv kent navn í 1956 tá Ferlinghetti gav út Howl and Other Poems eftir Ginsberg. Drúgva yrkingin Howl er nýligani framførd í Føroyum.

Hetta var nýtt yrkingarlag, ikki bert í longd, men eisini til innihalds. Ferlinghetti varð ákærdur fyri siðamisbrot av øllum handa slagi og varð drigin fyri rættin. Soleiðis byrjaði the Beat movement.

Howl er mest selda bók í húsinum og í bókini The Fall of America, lýsir Ginsberg bókahandilin City Lights stutt og greitt sum "home."