Skip to main content

Cotton Club




Eins og vóru vit í búkinum á einum hvali, hanga tokbrúgvar yvir gøtum og húsum í Harlem. Undir einari brúgv er spælistaðurin Cotton Club, sum er kendur úr fleiri filmum, eitt nú eftir Francis Ford Coppola, ið lýsa forboðstíðina the prohibition. Spælistaðurin lat upp í 1920 og fekk trý ár seinni navnið Cotton Club. Her spældu og sungu fremstu svørtu nøvnini – oftast tey somu sum í Apollo – men bara hvít sluppu inn her. Í framførslum á palli vóru svørt lýst sum villir mannaátarar, komnir beint úr frumskógini. Í dag verður roynt at geva Cotton Club eitt meira virðiligt andlit, verður sagt á einum skelti við dyrnar.