5.7.08

HIKING VIÐ FAROE ADVENTURE



Á hiking ferð við Faroe Adventure í Dølum á vári 2008. Í miðjuni Eyðun Berg, ið skipar ferðirnar, sum byrja við Leynarvatn og eftir tríggjar fjallatindar enda í Saksun

Gamlar gøtur
Faroe Adventure skipar fyri hiking-túrum eftir aldargomlum gøtum. Her er besta høvið at uppliva kørgu og órørdu føroysku náttúruna í øllum hennara veldi. Á sløttum, eins og í brøttum líðum, ganga vit í fedranna sporum, umgyrd av trøllsligum homrum og livandi søgum. Í øldir hava bøndur, postmenn og jarðarmøður gingið hesar gøtur. Við stórsta varsemi, og í smáum bólkum, taka vit okkum fram eftir gøtunum, uttan at lata nakað síggjast eftir okkum. Mál og mið okkara er at skapa ein framúr góða uppliving, bæði til likams og sálar.

Tveir dagar í telti
Faroe Adventure byrjar ferðina við Leynarvatn, har norðuri á Streymoynni. Hetta er hiking-ferð, ið leiðir okkum gjøgnum vøkru dalaranar oman fyri Vestmanna. Tveir dagar seinni eru vit komin fram til Saksunar. Næturnar liggja vit í telti og gera okkum góðan mat, sum eisini fevnir um føroyskar góðbitar sum skerpikjøt, turra grind, fisk og spik. Vit bjóða eina virkna ferð og fara tí niðan á tríggjar fjallatindar, Sneis (745 m), Koppenni (790 m) og Postulakirkja (627 m). Hóast farleiðin er skrásett í taldgildu GPS skipanini, eru vit so langt frá alfaravegi, sum slepst í Føroyum. Torleikastøðið á hesi ferð, ið varir tveir dagar, er úr miðal til torført. Ferðin kann takast í einum, men kann eisini takast í trimum støkum pørtum, alt eftir egnum førleika og ynski.

Íroknað
Íroknað í kostnaðin er øll útgerð, matur, flutningur og ferðaleiðari. Góður føroyskur matur er partur av máltíðunum.

Ger tína egnu ferð
Faroe Adventure tekur eisini ímóti ynskjum um heilt serligar hiking-ferðir í føroysku náttúruni. Saman við okkara royndu ferðaleiðarum ber til at leggja til rættis serligar farleiðir, tað verið seg í Dølum ella aðra staðni í Føroyum. Gev okkum karmarnar, so seta vit saman eina ógloymandi hiking-ferð í egnum landi.

Trygdarviðurskifti
Faroe Adventure virkar altíð og allastaðni innan fastar trygdarkarmar. Tað er eingin hiking-ferð í ringum veðri. Vit eru í smáum, tøttum bólkum, tá vit ganga eftir smølum og brøttum gøtum. Lættur soviposi, undirlag og ryggsekkur er neyðugt viðføri hjá hvørjum einstøkum, sum eisini hjálpir til at bera mat og felags útgerð. Sum partur av hiking-bólkinum eigur tú at vera væl fyri í allar mátar. Á ferðini ert tú virkin og eigur at hjálpa hinum, tá tørvur er. Tryggingarviðurskifti skulu vera í lagi.

Góð ráð
Lat teg í heit og vatntætt klæði, hav eyka hosur og undirklæði við og ver í góðum hiking-skóm, sum tú ert vanur at brúka.

Kom við okkum!
Faroe Adventure bjóðar tær eina ógloymandi 2-daga hiking-ferð í føroysku náttúruni. Bert 20 minuttir úr Havn kanst tú koma við okkum. Vit byrja við Leynarvatn og ganga niðan í dalarnar, oman fyri Vestmanna. Vit ganga niðan á 3 fjallatindar og njóta stórbæra útsýnið í óspiltu náttúruni, meðan spælandi havið sæst í baksýni. Umgyrd av órørdari náttúru, seta vit tjaldið upp og matgerða við teim bestu føroysku rávørum. Kom við okkum!

Telefon: +298 28 76 76 / +298 28 79 79
http://www.faroeadventure.fo/
faroeadventure@faroeadventure.fo


HIKING PÅ FÆRØERNE MED FAROE ADVENTURE

Gamle stier
Faroe Adventure giver dig en enestående mulighed for en førstehånds oplevelse af den rå og uspolerede færøske natur. Ad de gamle fjeldstier går vi i forfædrernes fodspor og lader os omfavne af fjelde og eventyr. I århundreder har vore stier vræet brugt af bønder, postmænd og jordemødre. Med den aller største forsigtighed bevæger vi os i små grupper og efterlader os ingen spor i naturen. Vores mål er at skabe den yderste vælvære for både sjæl og krop.

2-dages backpacking
Faroe Adventure’s backpacking tur starter ved Leynarvatn på nordlige Streymoy. Hiking-turen fører os gennem de magisk smukke dale ved Vestmanna, í Dølum, og efter to dage når vi bestemmelsesstedet Saksun. Vi overnatter i telte og tilbereder fyldige måltider, der også omfatter færøske specialiteter. Den personligt aktive rejseform byder på tre fjeldbestigninger, Sneis (745 m), Koppenni (790 m) og Postulakirkja (627 m). På trods af at ruten er omfattet af GPS systemet, befinder vi os længst muligt fra enhver form for civilisation. Denne 2-dages tur er i sværhedsgrad fra medium til krævende. Turen kan afvikles i ét stræk, eller i tre seperate dele, sådan som ens ønsker og førlighed måtte være.

Inkluderet
Inkluderet i prisen er al udstyr, mad, transport og guide. Færøske specialiteter indgår som dele af de fyldige måltider.

Lav din egen hiking-tur
Sammen med vores erfarne team har du mulighed for at skabe din helt egen færøske hiking-tur. Enten i samme område, eller andre steder på Færøerne. Giv os rammerne og vi melder tilbage med et skræddersyet forslag til en uforglemmelig tur, der følger netop dine ønsker.

Tryghed
Faroe Adventure arbejder inden for specifikke sikkerhedskrav. Der er ingen hiking i dårligt vejr. Vi bevæger os ad stier og fjeldsider i små og tætte grupper. En let sovepose, underlag og rygsæk er påkrævet. Hver enkelt deltager bærer fælles mad og udstyr. Som deltager i hiking-gruppen skal du være sund og i god kondition. Samtidig skal du under hele turen være aktiv og hjælpsom. Gyldigt forsikringsbevis er påkrævet.

Gode råd
Medbring varmt og vandtæt tøj, ekstra sokker, undertøj og gode hiking sko. Husk at bruge sko, som du er vant til.

Prøv os!
Lad Faroe Adventure tage dig på en uforglemmelig 2-dages hiking-tur i den færøske natur. Kun 20 minutter fra Torshavn starter vores tur ved Leynarvatn og fører os op i dalene ved Vestmanna. Vi bestiger 3 fjeld toppe og nyder den storslåede udsigt i den barskgrønne udmark med det stormblå hav i baggrunden. Omgivet af vild natur, rejser vi vores telt og tilbereder fyldige måltider med færøske specialiteter. Kom og prøv os!

Telefon: +298 28 76 76 / +298 28 79 79
http://www.faroeadventure.fo/
faroeadventure@faroeadventure.fo

HIKING IN THE FAROES WITH FAROE ADVENTURE

Ancient paths
Faroe Adventure gives you a unique opportunity to discover the fresh and rough nature of Faroe. Walking in the ancient footsteps of our ancestors, Mountains and adventure will embrace you. Our paths have been used for centuries by peasants, postmen and midwives. With the outmost care we travel in small groups, leaving no trace in the vulnerable nature. Our aim is to create the most perfect well-being for body and mind.

2-day backpacking
Faroe Adventure’s backpacking tour starts by Leynarvatn on northern Streymoy. Hiking through the wonderful valleys in Dølum above Vestmanna, we reach Saksun after two days. Staying overnight in tents and preparing solid meals, we aim for a personal active experience. On this tour we climb the mountains of Sneis (745 m), Koppenni (790 m) and Postulakirkja (627 m). Although covered by GPS this route is the most distant from any civilization in the Faroes. This medium to demanding 2-day tour can be taken in one stretch or in thirds, depending on your abilities.

Included
Included in the price are all equipment, food, transportation and guide. Parts of the solid meals are Faroese specialities.

Create your own hiking trip
With our experienced team you can create your own hiking trip in this area, or in another part of the Faroe Islands. Please contact us and we will set up a perfect and memorable tour, just for you.

Safety
Faroe Adventure operates within clearly defined safety limits. There is no hiking in bad weather. We move along as a tight group. Also a light sleeping bag, underlay and a backpack are required. Food and equipment is carried by each member of the group. As a part of the hiking group you have to be in good general condition and always look for and taking care of each other. Valid insurance is required.

Advise
Bring along warm waterpoof clothing, extra socks, underwear and good hiking shoes. It is recommended that you use hiking shoes, which you are used to walk in.

Join us!
Let Faroe Adventure take you on a memorable 2-day hike in the Faroese nature. 20 minutes from Tórshavn, our main tour starts by Leynarvatn, taking us up to the valleys above Vestmanna. Climbing 3 mountain tops, we enjoy the grand scenery of the green islands and the wild blue ocean. Surrounded by nature, we set up tents for the night and prepare a solid meal with Faroese specialties. Join us!