Skip to main content

Fotomaraton


Ovast mín egna mynd, "Tvey", tikin í Tórsbyrgi við støði í sanginum um "Sóljugentuna". Niðriundir sæst myndin "Tvey" hjá Metu C Palle, tikin á Føðideildini. Báðar myndir eru tiknar foto-maratondagin 12. juli (Myndir: Birgir Kruse og Meta C. Palle)

Leygardagin 12. juli skipaðu Kovboyfilm og Dimmalætting fyri Fotomaraton frá klokkan 13:00 til 18:00. Givnað evnið var TVEY. Thomas Koba Jensen greiddi frá, hvat var loyvt og ikki. Eitt ótrúliga stuttligt tiltak, sum fekk avbera góða undirtøku.

Vinnaramyndin var fantastisk. Saman við hinum myndunum sæst hon við grundgeving á heimasíðuni hjá Dimmu http://www.dimma.fo/picturegallery.asp?plID=60C211B3-FED7-4A48-9360-70CDB16F9C4E&Image=4

Ein annar luttakari í Fotomaraton var eisini úr Tórsbyrgi, Meta C. Palle. Meta tók myndina TVEY á Føðideildin, har hon starvast.

Mín mynd er tikin í Tórsbyrgi. Umframt at halda meg til givna evnið TVEY, tók eg grundstøði í sanginum um Sóljugentuna, ið byggir á norska sangin um Blåveispiken. So sigi eg ikki meir. Tí bert summardáin og sóljan kasta litir og vita at siga hvat hendi, tá reiggjan slitnaði. Ein illavorðin mynd.