Skip to main content

Four Strong Winds


Vit kenna sangin um vindin, ið kemur úr teim fýra herðashornunum Four Strong Winds. Í øldir hevur amerikanska upprunafólkið, indiánararnir, brúkt eitt merki, sum ímyndar ættirnar og hesar fýra vindar. Av sjálvsagdum orsøkum gjørdist merkið hjá indiánum illa umtókt tá Hitler kom til, annar verðaldarbardagin tók seg upp og kalda kríggið helt fram. Merkið, sum vit í dag bara kenna sum eitt Hitlermerki, og helst er ringasta brand í Heiminum, er gamalt fyribrigdi í amerikanskari upprunamentan. Her sæst merkið á eini flattaðari indánarakurv.