Skip to main content

Fráferð



Í dag fara vit av Hotel Chelsea. Frálikur staður at búgva, hóast hetta ikki er eitt luksus hotell, men heldur ein heimstaður fyri bohémar uttan landamørk. Bohémar, sum vilja rinda fyri eitt upplivilsi av teim sjáldsamu.

Uttanfyri kamarsdyrnar er ein málningur, sum við rundum eyga sær alt hotellið. Men her eru eisini skrivandi fólk. Yvir durastavinum hjá okkum stendur: Be gentle with yourself. You are a child of the universe, no less than the trees and the stars. In the noisy confusion of life, keep peace in your soul. Max Ehrmann eigur orðini, sum fylgja okkum um gáttina av Chelsea Hotelli.

Á myndin sita vit í forhøllini og bíða eftir hýruvogni, sum skal koyra okkum til Harlem, har vit ætla at fáa gospel brunch on a Sunday. Hava funnið eitt stað tætt við Apollo Theatre. Í kvøld flúgva vit til San Francisco. Livst, so spyrst.