20.7.08

Grand Central Terminal






Stóra tokstøðin í New York, Grand Central Station, er ein avbera vakur bygningur. Millum allar nýggju high tech og sálarleysu skýskravararnar, stendur hesin bygningur frá 1913 sum ein perla, innan og uttan. Hvør minnist ikki brotið úr filminum The Untouchables. Gamaní er scenan við barnavogninum stolin frá russiska Eisenstein, men hon tekur seg væl í hesum amerikanska nýklassikara. Trappurnar og alt umhvørvið er beint framman fyri tær. Er í brúki hvønn dag og gerst bara vakrari, um slit yvirhøvur sæst á.