Skip to main content

Haight Ashbury

Jógvan og Hanus við hornið Haight-Ashbury, har tey selja flower power troyggjur frá 60'unum. Leggið til merkis unga mannin, ið tekur sær av løttum til høgru (Mynd: Birgir Kruse)

Býlingurin Haight-Ashbury plagdi at vera stuttligur at vitja. Men nú hevur hann sæð betri dagar, býlingurin. Her búðu Greatful Dead, Janis Joplin og allar hinar stjørnurnar, ið settu San Francisco á alternativa tónleikakortið í 60'unum. Eitt rák, ið eisini førdi við sær støðutakan til Vietnamkríggið.