26.7.08

Havnarbýur




Likka á biltekju í havnarbýnum San Francisco, smábátahavnin, feskir krabbar og Hanus við krabbamáltíð, tá hann uppdagaði at nøtubrótari av røttum er ein krabbabrótari (Myndir: Birgir Kruse)

San Francisco er havnarbýur. Fornminnissavnið sær til at søguligir bátar og skip verða varðveitt og sýnd fram. Úr smábátahavnini eru útferðir at fiska og síggja fangaoynna Alcatraz við Golden Gate brúnna. Krabbar verða avreiddir í kassum og á matstovum kunnu teir njótast á ymsan hátt. Sum í øllum havnabyum eru likkurnar naskar.