Skip to main content

Hvørjum bjóðar tú í føðingardag?

Ein ætlaður átta ára føðingardagur í Lund er komin í heimspressuna (Mynd: Sydsvenskan)

Í lærda býnum Lund ætlaði ein drongur at halda átta ára føðingardag. Í skúlanum bjóðaði hann øllum floksfeløgunum uttan tveimum í føðingardag.

Tá lærarin varnast, at tveir næmingar eru ikki bodnir við, tekur hann øll innbjóðingarkortini frá næmingunum. Nú er málið meldað til svenska Ríkisdagin, har umboðsmaðurin, justitieombudsmannen, skal taka støðu í stóra svenska føðingardagsmálinum, sum er ovast á breddanum hjá BBC.

Við svenska lokalblaðið sigur pápi drongin, ið ætlaði at halda føðingardag í Lund – Min son tog väldigt illa vid sig. Ingen har rätt att konfiskera någons egendom på det här viset, det är precis som att ta någons post (Max Jerneck, Sydsvenskan).

Skúlaleiðslan í Lund svarar aftur og sigur við BBC, at drongurin, ið ætlaði at halda føðingardag, hevur forbrotið seg móti altjóða barnarættindasáttmálanum hjá ST. Leiðslan vil tryggja sær at innbjóðingar, sum eru í umfari á skúlanum, ikki gera mun á fólki.

Tað er pápi dreingin, sum ætlaði at halda føðingardag, ið hevur klagað hjá umboðsmanninum. Pápin sigur, at teir báðir floksfelagarnir, sum ikki vóru bodnir við í føðingardag, høvdu heldur ikki hevði bjóða soninum í teirra føðingardag og so høvdu teir klandrast eisini.

Á kjaksíðunum hjá lokala blaðnum, Sydsvenskan, spyr ein: "Vem bjuder sina mobbare?" meðan ein annar kjakari sigur: "Skolan gjorde helt rätt" og ein annar sigur: "Man bjuder vem man vill". Blaðið er væl tilfreðs við kjakið, sum í bestu agurkutíð hevur sett ferð á leysasøluna.
Í september verður málið avgreitt. Tá eru agurkurnar fullbúnaðar og reiðiliga tað.