Skip to main content

JetBlue – ferðaseðil uttan pappír

Soleiðis sær ein ticketless ticket út. Birgir heldur fýra frá JetBlue í hondini. Pappírsleyst og ikki minni ómakaleyst. (Mynd: Jógvan Kruse)

Eftir túrin í heita Harlem, fóru vit eftir kuffertunum í Chelsea og so á JFK flogvøllin. Sjaførurin var ein ungur indari, ið var ótrúliga áhugaverdur at tosa við. Hann vildi millum annað hava eitt boð uppá, hvussu viðurskiftini mundu fara at verða við Danmark, tá føroyingar finna olju.

Hjá 62 Norður hvødu vit keypt ein pappírsleysan flogferðaseðil, a ticketless ticket, við flogfelanum JetBlue. Tað vóru vit spent uppá at royna. Og ikki minst at avmynda the ticketless ticket. Tað gekk sum smurt.
Við gongubreytina, beint har ið hýruvognurin steðgaði, kundu vit tjekka alt inn og fyri tveir dollars sleppa undan øllum bíðirøðunum. Ómakaleysasta flúvingin vit hava roynt. Og serliga gott í summarhita.