Skip to main content

Kovboybúffar





Amerika er kovboyland. Og her eru búffarnir – og alt annað – í kovboystødd. Tað vil siga stórt, sum villu víddirnar í góðu gomlu kovboyfilmunum við John Wayne. Alt er endaleysa stórt.

Á elsta búffstaðnum í New York, The Old Homestead, fekk Hanus ein kovboybúff, ið vá 32 oz.
Skelti uttanfyri er ein flekkut kúgv og í kjallaranum goyma teir kjøtið. Meðan vit halda tað vera beinleiðis óhumskt og lítið bæriligt at vísa sundurlimaði krov fram, so nýtir eitt annað búffstað, Gallagher’s, sýnisgluggan til kjøt og einki. Rátt og ótilgjørt mitt á Broadway.