28.7.08

Leaning Oak er fallin



Hóast tað ikki rørdist ein ond, fall eikin, Leaning Oak, í Sankta Helena í gjárkvøldiðið. Í meiri enn 200 ár hevur krókuta eikin staðið aftanfyri stásiligu húsini hjá Beringer og teimum, sum í meiri enn tvær øldir hava rikið elsta virkandi vínbóndagarð í Napa Valley. Beringer hevur eina røð av vínsløgum, ið bera frámerkið Leaning Oak. Kanska verður júst hetta heiti spennandi nú eingin eik er til.