Skip to main content

Mjørki yvir landið





Ovast sæst stórsta ferðamannaskipið í ár, Costa Atlantica, úr Genova. Niðri undir sæst Falkur úr Runavík, sum systurskipið og partrolarin Heykur rendi á í mjørkanum í morgun, meðan Costa Atlantica siglir til Esbjerg (Myndir: Birgir Kruse og Costa Cruise)

Mjørki er um alt landið. Bæði í Havn, har stórsta ferðamannaskipið Costa Atlantica úr Genova lá fríggjadagin, og á Sandoyarbankanum, har partrolararnir hjá Faroe Seafood, Heykur og Falkur, rendu saman. Av bulbustevninum á Heyki fekk Falkur fekk eitt hol, tríggjar metrar stórt, undir vatnganginum á bakborðssíðu. Falkur og Heykur eru bygdir í Vigo í Spania heystið 2007.

Tey tólv passagerdekkini umborða á Costa Atlantica hava øll nøvn eftir filmum hjá Federico Fellini og eru prýdd við paparazzi myndum. Ikki smávegis italsk elegansa. Skipið er bygt ár 2000.

Farleiðin hjá Costa Atlantica kann síggjast beint av dekkinum, fram og aftur, bara tú hevur teldu og netsamband. Í løtuni er skipið á veg til Esbjerg. Heimasíðan hjá reiðarínum er http://www.costacruise.com/

Hotel og ferðasmiðir lata annars illa at í ár. Hóast tveytúsund fólk tustu í land av Costa Atlantica fríggjadagin er belegningurin, tey rópa, lægri enn nakrantíð og ferðafólk síggjast næsta ikki úti um landið.