Skip to main content

Morgunmatur hjá Eisenberg



Í nøkrum førum hava skopuningar spøkt á ferðini hjá okkum. Tá vit vórðu innskrivað á altjóða flogvøllinum í Keflavík, spurdi avgreiðslukonan um vit vóru føroyingar. Jú, tað kundi vit ikki annað enn játta. – Føroyingar er eitt gott fólk, segði hon og legði afturat, at hon júst hevði havt vitjan av 22 kirkjufolkum úr Skopun. Well, í New York ótu vit fyrsta morgunmatin hjá Eiseinberg. Gamaní ikki skopuninginum, men new yorkaranum Eiseinberg, sum síðani 1920’ini hevur gjørt morgunmat í skugganum av Strúkjarninum, The Steam Iron Building. Núverandi eigarin, ið situr fyrst fyri og eftur við diskin, var forvitin at hoyra hvaðan vit vóru. Eins og tænarin, gava honn okkum góð ráð um støð at vitja. Ikki eru tað heilsugóðar máltíðir, ið hesir diners servera. Men her kemur tú í tos við fólk. Mótsatt Starbucks, ið upplýsir hvussu nógvar kaloriur eru í hvørjum kaffidropa, breyðstykki og salatblaði. Men her tosar eingin. Um stutta tíð er tað lógarkrav, at allar máltíðir skulu verða útroknaðar í kalorinum.