Skip to main content

Myndlist til fólkið

Jenny Hay við málninginum "Push To Open", sum tú kanst leiga eftir eini lagaligari skipan (Mynd: Birgir Kruse)

Á Sutter Street í San Francisco eru fleiri spennandi gallarí. Í Hang Art hava tey í tíggju ár haft eina skipan, sum tekur støði í spurninginum, hvussu vit lagaligast fáa list út til vanliga fólkið.

Jenny Hay, sum starvast á Hang Art gallarínum hevur eitt boð. – Í tíggju ár hava vit leigað málningar, sigur hon. Antin soleiðis at tú fært forkeypsrætt til eina málningin, ella at tú shoppar runt og til dømis triðja hvønn mánað hevur ein nýggjan málning á vegginum. Hetta er ein fólkaræðislig skipan, sum elvir til at vanlig fólk fáa ráð til góða myndlist, sigur Jenny.

Listaskálin hevði einaferð ætlanir um tað sama. Hetta er avgjørt ein gongd leið at skapa ein nýggjan marknað og at fáa list út til fólkið á ein lagaligan hátt.

Omanfyri sæst Jenny Hay við málninginum Push To Open (2008) eftir Eddie Rodriguez. Til ber at keypa málningin fyri túsund dollars, men ein lagaligari skipan er at leiga málningin fyri 185 $ í tríggjar mánaðir. So ber til at leiga ein annan, ella at keypa leigaða málningin. Meiri kann lesast um skipanina á heimasíðuni hjá Hang Art http://www.hangart.com/