Skip to main content

Nýtt krossflagg



Orknoyski skiparin David Reid við flagginum á hekkuni á Capella Endavour. Niðriundir sæst yngsti maður umborð. Eins errin og skiparin vísir hann nýggja krossmerkið hjá oyrknoyingum. Á Molanum, í baksýni, sæst eitt av stóru ferðamannaskipunum, ið hesa tíðina liggja eina løtu á Havnini. Niðast síggjast tríggir seglbátar í Vágsbotni. Innast ein norskur bátur úr Alta, í miðjuni hetlendski Capella Endavour og ytst á myndin sæst Vivi úr Kvívík (Myndir: Birgir Kruse)

Á sumri eru nógvir seglbátar í Havn. Tíðliga á sumri síggjast teir ávegis til Grønlands og kanska so langt sum til Nýfunnlands. Um miðsummarleitið og inn í juli mánað fara teir sjálvdan so langt.

Í dag lá orknoyski seglbáturin Capella Endavour undir Bryggjubakka. “This is a midlife crisis-tour” sigur ein av skemtiligu orknoyingunum, ið manna bátin.

Skipari er David Reid. “Vit fara víðari longu í kvøld. Leiðin liggur til Akureyrar á íslendska norðurlandinum og so aftur til Føroya, innan vit venda heim aftur til Kirkwall. Her dámar okkum ógvuliga væl, so tá vit koma aftur til Føroya, steðga vit nakrar dagar,” sigur skiparin, sum errin vísir mær flaggið á hekkuni. “Hetta er eitt nýtt flagg, tað orknoyska tjóðarflaggið, við krossmerki eftir norðurlendskari fyrimynd.”

Duncan Tullock, 53, er postmaður í Orknoyum. Á vári í fjør vann hann kappingina um at tekna eitt nýtt orknoyskt flagg. Hann tók støði í tekningum hjá døtrunum, ið tá vóru tvey og trý ára gamlar. - Hopefully my flag will be around for a long time. As the official flag of Orkney, it should be around forever, sigur hann við BBC. Øll samrøðan við Duncan Tullock sæst her: http://news.bbc.co.uk/2/hi/uk_news/scotland/north_east/6541099.stm

Í Vágsbotni eru vit mitt í býnum. Her er væl útgjørd marina, handlar og matstovur eru ikki langt burturi og Hotel Tórshavn hevur uttandura servering, innast undir Bryggjubakka.

Tó, kanska er nakað skitið á vágni og flestu munnu halda at lokalu drykkjumennninir eru í so mælskir undir nýggju tekjunum, har útróðróramenn avreiða fugl og fisk. Soleiðis hevur alt síni lýti.