Skip to main content

Ár og nøvn



Á grøvini hjá pápa mínum, Jógvan Kruse, sum hevði verið 84 ár í dag. Niðriundir eru vit fýra systkinini, Oddmar við dóttrini Súsonnu, Benadikta, Elisabeth og Birgir, avmyndaði norðuri á Eiði, saman við mammu, Amandu, tá hon fylti 75 ár 8. september í fjør. Føðingardagin helt hon á Hotel Eiði sama dag. Niðast eru Hanus, Unn, Birgir og Jógvan avmyndaði á sama staði (Myndir: Unn og Oddmar Kruse)

Í dag er føðingaradgur hjá pápa mínum Jógvan Kruse. Hann doyði 10. mars 1997. Yngri sonurin, Jógvan, er uppkallaður eftir abbanum. Hesin dagur er eisini okkara brúdleypsdagur. Vit giftust 6. juli 1993. Tíðin gongur, má sigast.