Skip to main content

Savningarstaður fyri yrkjarar


Henda trappa er upp á loftið til The Poetry Room í bókahandlinum City Lights Bookstore (Myndir: Birgir Kruse)

Í City Lights Bookstore hava yrkjarar savnast í meiri enn hálva øld at lesa og viðmerkja. Ikki bara poetikk, men eisini samfelagsligu støðuna nær og fjar.

Amerikanska rithøvundafelagið Academy of American Poets sigur at City Lights Bookstore is not only a landmark to poetry, but also a battleground for the freedom of speech.

Umframt at vera ein livandi handil í trimum hæddum, er hetta eisini útgávufelag og klekingarstøð hjá poetisk-politiskum víðsjónum.

Undir heitinum “Eydnuleysir einglar í San Francisco” hevur Oddfríður M. Rasmussen skrivað grein um City Lights Bookstore og yrkjararnar kring handilin í Vikuskiftinum í Sosialinum 17. november 2000.