Skip to main content

Siglingarsøga





Balclutha, seinni The Star of Alaska er bygd úr stáli í Glasgow 1886. Jógvan og Hanus ganga á dekkinum. Langt er frá marglætinum hjá skiparanum og niður til The China Gang (Myndir: Birgir Kruse)

Á havnarlagnum við pirarnar í San Francisco, The Fisherman's Wharf, eru gomul skip og bátar varðveitt og verða sýnd fram. Eitt skip, Balclutha, bygt úr stáli í Glasgow í 1886, lýsir arbeiðarasøguna hjá kinverjum, sum í 1850'unum komu til Amerika. Teir vórðu róptir The China Gang og viðurskifti teirra vóru lýst sum A Little Better Than Slavery. Skipið sigldi við korni úr Kalfornia til Onglands, og koli aftur til Kalifornia. Seinni, tá skipið fekk navnið The Star of Alaska, varð siglt millum Alaska og San Francisco við laksi og øðrum farmi.