14.7.08

Summarið er byrjað

Hanus og Jógvan leggja farleiðina, nú vit skulu koyra í Kalifornia (Mynd: Birgir Kruse)

Summarfrí merkir ferðatíð, antin her í landinum ella uttanlands. Í morgin fara vit vestureftir, langt vestureftir. Um Ísland fara vit til New York og síðani til San Francisco. Haðani er ætlanin at koyra í bili til flestu av eksotisku støðunum í Kalifornia. Eins og fyrr hevur Fjóla á 62 Norður ordna ferðaseðlarnar. Kanska lata vit hoyra frá okkum um bloggin, livst so spyrst.