Skip to main content

Tráðleyst og ókeypis




Ovast sæst Hotel King George, niðri undir Commodore og niðastu myndirnar eru av The Bean. Kalt er í veðrinum hesar dagar i San Francisco (Myndir: Birgir Kruse)

Vit búgva á Hotel King George, sum er á Union Square, mitt í San Francisco. Eitt gamalt hotell, í enskum stíli, einsamalt, millum hægri, størri og meiri prangandi bygningar. Tað er ikki ilt at gita, hvussu tíðin man fara við hesum bygningi. Fyrru ferðina vit vóru í San Francisco, tað var í 2003, búðu vit á Commedore hotellinum longur upp í Sutter Street. Ta ferðina fóru vit javnan yvir um vegin til hollendsku kaffistovuna The Bean, at lesa meyl. Dýrt og trupult. Men mangt er broytt. Í dag er netsamband á øllum hotellum, bæði í forhøll og á hvørjum kamari. Ókeypis og tráðleyst. Soleiðis fer tíðin við øllum. Og onkuntíð gongur tað tann betra vegin.