Skip to main content

Í verksmiðju hjá The Crucible



Hanus, Jógvan og Unn í trygdarbrillum við verksmiðjuborðið hjá The Crucible, sum Mary Bayard White (niðanfyri) stendur fyri. Í baksýni sæst træið, sum øll glaslistin skal hanga í (Myndir: Birgir Kruse)

Partur av glasframsýningini hjá Chihuly var at gera okkara egnu list. Velja tilfar, sniðgeva og síðani brenna. Alt smalt í litaðum glasi. Fyrst skrivaðu vit undir uppá at frásiga okkum øll krøv, skuldi okkurt óhapp hent. So fingu vit trygdarbrillur og skaptu okkara egnu listaverk. Lidna glaslistin verður brend og hongd á eitt træ, sum Mary Bayard White stendur fyri. Hon er sjálv listakvinna og stendur fyri listabólkinum The Crucible í Oaklandi, sum burturav fæst við eld og á hvørjum ári skipar fyri Fire Arts Festival har í býnum.