Skip to main content

Aftur í Tórsbyrgi



Birgir við USA-málningin hjá Jasper Johns “Map” (1961) í Museum of Modern Art í New York og niðanfyri á terassuni í Tórsbyrgi við Nólsoynni í baksýni (Myndir: Hanus Kruse)

Eftir samfullar 52 tímar á ferð eru vit heima í Tórsbyrgi. Einasti kinkur á allari ferðini var Atlantsflog, ið hevði eitt no show í Reykjavík fríggjakvøldið, so vit púra óvæntað máttu gista har í býnum. Afturfyri fingu vit høvi at rista jet-lag av okkum.

Øll eru vit samd um, at hetta var ein frálík ferð við nógvum upplivingum. Tað serliga er við Amerika, at fólk eru so passaliga forvitin, men samstundis eisini hjálpsom, at tú altíð kemur í tos við fólk á gøtuni. Og málið er eingin forðing. Tí er Amerika ein so sjáldsom uppliving. Tit áttu at gjørt tað sama - vitjið Amerika. Viðmerkið gjarna niðriundir.