Skip to main content

Afturgongur á heygnum








Rundferð hjá Universal í Hollywood kring húsið, sum Hitchcock brúkti í filminum Psycho. Norman Bates leggur líkið í bilin og kemur móti okkum - við knívi. Aftanfyri húsini eru kulussir til ein film, har flogvanlukka er ein partur av søguni. Niðast tekning av húsinum og maska av Hitchochock (Myndir: Birgir Kruse)

Smáir vognar koyra frá studio til studio og siga søguna hjá Universal og geva okkum innlit í filmar, sum beint nú verða tiknir. Millum elstu partar, ið Universal sýnir fram í undirhaldsgarðinum í Hollywood, eru húsini hjá Norman Bates og mammuni í Hitchochock perluni Psycho. Meðan vit koyra framvið, kemur Norman út. Hann knossast við eitt teppi, sum hann leggur í bilin. Hann sær okkum og tekur knívin fram...best er at rýma. Tí hetta er veruliga Psycho!