Skip to main content

Beatles á Mirage




Hotellið Mirage bjóðar bæði skrá og tema við The Beatles (Myndir: Birgir Kruse)

Við The Beatles sum evni hevur franski sjónleikarabólkuri Le Cirque de Soleil fasta støð á hotellinum og spælistaðnum Mirage í Las Vegas. Partur av konseptinum er eisini ein Beatles tema lounge við heitinum Revolution. Yvirav er ein japansk tema lounge, sum í litum og sniði passar til Revolution. Aftanfyri er ein djóragarður við springarum og tikarum. Soleiðis kanst tú ganga frá einum umhvørvi til eitt annað so leingi tú orkar. Allir sansir verða mettaðir.