Skip to main content

Bellagio


Stórbæra Bellagio er sum eitt ævintyr. Undir loftinum hongur glaslist hjá Chihuly (Myndir: Birigr Kruse)

Húsið Bellagio, ið er uppkallað eftir lítla italska býnum við sama navni, er kent úr filminum Oceans Twelve. Bellagio í Italia er við Como vatnið, sum eisini er at síggja á The Strip í Las Vegas, her tey hava watershow hvørt kvøld. Inni í Bellagio eru kasino, spælihallir, matstovur, listaframsýningar og mótahandlar við fremstu merkivørum. Í einari deild er loftið prýtt við glaslit hjá Dale Chihuliy í teim fagrastu litum. Chihuly sóu vit á listasavninum de Young í San Francisco. Sí grein um henda spennandi glaslistamannin 24. juli 2008.