Skip to main content

Coloradoáin knýtir bondini




Húskið hjá Norman úr Simi Valley ávegis til Coloradoánna at standa á jetski. Niðast Bob og tey, sum fara heim eftir eina góða feriu við somu á, frá Blythe og norðureftir (Myndir: Birgir Kruse)

Coloradoáin knýtir mong bond vestanfyri í USA. Frá Grand Canyon og oman til Havasu og Blythe. Hon leggur seg i fjøllini, dalarnar og slættarnar oman til Havasu og fram við Blythe, har vit gistu í nátt.
Á motellinum Travellers Inn hittu vit í morgun Norman og húski hansara. Tey eru úr Simi Valley við Los Angeles og eru øll ávegis til Coloradoánna at standa á vatnskíum og sigla við vatnskutarum. - Tað gera vit 3-4 ferðir hvørt summar, sigur Norman og savnar húskið frammanfyri stóra bilinum, nú tey eru liðug at pakka, bæði ís og bensin. Aftaná bilinum dregur hann jetskutararnar á einum vogni.

Samstundis heilsar Bob og húski hansara. Tey hava júst verið við Coloradoánni og siglt. Vit møtast øll í túninum, nú tey fara heim aftur. - Eg helt tú vart úr Oregon, tá tú stóð soleiðis og kikaði eftir sólini, sigur Bob við meg. Hann greiðir láturmildur frá, at tá fólk í Suðurkalifornia standa soleiðis og gaze eftir solini, tá er tað tí at tey ikki hava sæð hana fyrr. Sum tey í Oregon. Ellar bleikir turistar úr Norðuratlantshavi, sigur Bob.