Skip to main content

Elvis og Marylin

Elvis er ikki deyður. Hann býr í Italia og vitjar í løtuni í Las Vegas, saman við unnustuni Marylin (Mynd: Birgir Kruse)

Á gøtuni í Las Vegas er ilt at síggja mun á veruleika og fiksjón. Í myrkrinum rennur alt saman, sum var tað ein filmur á markinum til dreymin. Eitt heilt vanligt mánakvøld í august kann tykjast sum grýlukvøld burturav. Fleiri hava latið seg í sum stjørnurnar, Elvis og Marylin Monroe til dømis. Tey smæðist ikki fyri at syngja ein sang, ella bera fram ein monolog og posera fyri fotografum. Í hesum føri vóru báðar undirhaldsstjørnurnar italskar.