Skip to main content

Fyri fjøruti dálar



Nógv nýta høvið at giftast í Las Vegas. Og tað kann gerast eftir stuttari løtu í einum av mongu handilsligu kapellunum (Myndir: Birgir Kruse)

Fyri fjøruti dálar kunnu tit giftast í Las Vegas. Enntá í sama handilskapelli, sum Joan Collins nýtti herfyri. Tit kunnu eisini giftast í dollargrini The Elvis Way í ljósareyðum Caddillac og bjóða Elvis og Marylin við í brúdleyp. Sjálvt presturin kann syngja, sum var hann Elvis. Einastu boð, ið brúður og brúðgómur skulu akta, er ikki at koyra skjótari enn fimm miles um tíman gjøgnum túnið. Annars verður alt avgreitt við kassa eitt. Meiri enn 60 giftingarstøð eru í Las Vegas.