Skip to main content

Grand Canyon


Ovast, djarva kvinnan á einum kneysa í Grand Canyon og síðani reyðu røðirnar í somu gjónni. Hanus Jógvan og Birgir avmyndaðir við Desert View og Kolb Studio (Myndir: Hanus og Birgir Kruse)

Ein hin stórsta upplivingin hjá ferðandi fólki í USA er Grand Canyon. Vit valdu sunnaru inngongdona, ella rættari sunnara áarbakka á Colorado ánni, ið er botnurin og jarðfrøðiliga meginorsøkin til Grand Canyon. Her er bratt og vítt um at fara. Besta dirvið at ganga og taka myndir í hæddunum hevði Hanus. Hann fotograferðaði ein kvinnu, sum uttan trygd ella útgerð yvirhøvur, gekk einsamøll út á ein leysan kneysa.