Skip to main content

Hans Skálagarð er enn frammi í Carmel




James J. Rieser sýnir okkum ein málning hjá Hans Skálagarð "James Rolph" (1993). Niðast síggjast viðmerkingarnar til myndavenið, sum Hans sjálvur hevur skrivað (Myndir: Birgir Kruse)

Í lítla hugnaliga býnum Carmel By The Sea búgva múgvandi, eldri fólk. Gallarí eru fremst fyri í teim smáu gøtunum. Einaferðina hevði skúvoyingurin Hans Skálagarð gallarí her. Tað var í grannalagnum hjá Clint Eastwood, ið var borgmeistari í býnum tvey ár í 80'unum. Clint eigur enn bygningin The Eastwood Building, meðan Hans er givin at sýna fram í egnum hølum í Carmel.

Tó so, allir gallaríeigarar í Carmel kenna skúvoyingin sum ein framúr góðan marine painter, við góðum sansi fyri smálutum. Fyri amerikansku stjórnina hevur Hans Skálagarð málað allan tann søguliga krígsflotan.

- Hans skrivar altíð eina nákvæma lýsing av myndaevninum aftanfyri á málningarnar, sigur James Rieser, ið rektur Fine Art gallaríið. James hevur ein málning hjá Hansi standandi á goymslu, sum hann fegin vísir fram.