Skip to main content

Hearst vildi svimja inni og úti






Svimjihyljarnir hjá W.R.Hearst hava klassisku griksku og rómversku baðini sum fyrimyndir (Myndir: Birgir Kruse)

Tá W.R.Hearst hevði gestir í 1920-30'unum dámdi honum at vísa svimjihyljarnar fram. Annar hylurin er úti, meðan hin er inni. Meðan uttandurahylurin hevur besta útsýnið, er innandurahylurin lagdur við ektaðum gulli. Í báðum førum eru arkitektonisku fyrimyndirnar úr forna Evropa.