12.8.08

Hvalurin er mín!










Hevði áskoðarafjøldin vita at her sótu fýra tvøstsvangir føroyingar, so hevði undirhaldspípan fingið annað ljóð. Ovast er grindahvalurin og síðani springarar og niðast bóghvítuhvalurin Shamu í Sea World. Hetta eru sterkastu brands á umhvørvisøkinum - súmbol, ið ímynda menniskjað og tess knýti til náttúruna (Myndir: Birgir Kruse)

Meðan Vilmund á Portalinum eftirlýsir ein hval í frystiboksini, sóu vit ein spilllivandi grindahval í Sea World í San Diego. Frá Tummas Marna á Tekniska skúla hevði Hanus fingið alt at vita um at stinga og skera á háls og nú var ein amerikanskur Kyrrahavs grindahvalur komin beint í drepning. Vit trúu ikki okkara eygum og fóru at spyrja nærri. Jú, so var. Hetta var ein pilot whale og myndirnar tala fyri seg.

Grindahvalur er nýggjasta undirhald í Sea World. Men springarar dolphins og bóghvítuhvalurin Shamu standa enn fyri tí so nógv best umtóka undirhaldinum. Antin eru springar og bóghvítuhvalir klókari enn grindahvalur, ella verður størri orka løgd í at venja teir, enn dølsku grindahvalirnar.

Kann henda at júst grindahvalurin, sum er so væl dokumenteraður í Norðuratlandshavi, verður framtíðar undirhald. Hvalur yvirhøvur er sterkasta súmbol, tá umræður menniskjansliga knýti til nátturuna. Samstundis er hvalur stórsta undirhald á hesum leiðum. Og heima ræður Pál okkum frá at eta hann. Góðan sjómannadag, harheima!