Skip to main content

Indiánaratorn



Hanus og Jógvan frammanfyri tornið frá 1930'unum. Vit síggja upp í tornið innan og kunnu gita, at tað var her Frank Lloyd Wright fann uppá Guggenheimsavnið í New York. Niðast situr Birgir frammanfyri veggjamálninginum hjá Katobie av Hopisøgnini um stóra ormin (Myndir: Birgir og Unn Kruse)

Við Desert View í Grand Canyon er bygt eitt torn við útsýni yvir stórsta partin av økinum. Ein hvít kvinna, arkitekturin Mary Colter, bygdi tornið í 1930-1933 fyri The Fred Harvey Company. Hopiindiánarin Fred Kabotie teknið og málaði húsið innan. Innan sæst málningur hansara The Snake Legend, ið er kendur úr Hopimentanini, sum hevur livað á hesum leiðum.