9.8.08

Indiánarbygd



Cameron er indiánarabygd millum Flagstaff og Grand Canyon í Arizona. Stóri handilin, ið einaferð var, er stongdur (Myndir: Birgir Kruse)

Meðan hvíta yvirflóðsmentanin dusar sær í Las Vegas er trupult at fáa eyga á upprunafólkið, indiánaran. Tjóðar- og fólkaminni teirra eru sjáldsom at síggja. Í hvussu er tey, ið eru væl vard og innbjóðandi at uppliva. Gamaní er eitt stórt savn við avmarkaðum innihaldi niðast á Manhattan. Sí tveir stubbar um hetta 18. juli. Og gamaní eiga indiánar Hard Rock ketuna og nøkur spælistøð úti um reyða landið. Men tíanverri liva teir indiánar, sum vit hava sæð, Pomo norðan fyri San Francisco og Navajo og Hopi í Arizona, á niðastu samfelagsligu rók. Býlingarnir síggja út sum squatter camps, ella sigoynaralegur. Tað sjálvstøðuga virksemi, ið hevur verið, er steðga upp og er antin stongt ella til sølu. Indiánin er trongdur og tykist dáma best í einsemi burturi í óbygdum. Tað er spell. Tí hann hevur nógv meir at siga enn túsund blinkstrandi ljós á breiðu gøtunum í Sin City.