Skip to main content

Landnámið undir luppin

Eyðun Rannváarson hevur skrivað skúlabókina ”Komið og kannið landnámið”, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út (Mynd: Birgir Kruse)

Eyðun Rannváarson, 40, er kanditatur í menning av ritbúnaði við søgu sum bachelor. Hann starvast á fíggjar- og ráðgevingardeildini á Gjaldstovuni í Havn.

- Tað hevur verið spennandi, avbjóðandi og læruríkt um eina leið, sigur Eyðun um hesa fyrstu royndina at skriva eina lærubók í søgu.

Men hetta er ikki fyrsta royndin hjá Eyðuni at fáast við bókagerð. Eyðun, ið hevur lisið italskt, var við, tá Gianfranco Contri gjørdi føroyskt-italsku orðabókina herfyri.

- Við hesari roynd um landnámið havi eg lært framferðarháttin at gera skúlabøkur, so tað er ikki óhugsandi, at eg fari at skriva meira innan hetta fakøkið, sigur Eyðun Rannváarson, ið serliga hevur áhuga fyri víkingatíð og miðøld í Føroyum.

Bókin ”Komið og kannið landnámið” er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í søgu. Í bókini sigur Eyðun Rannváarson okkum søguna um hvussu Føroyar vórðu til og um tey fyrstu fólkini, ið búsettust her. Vit fáa eisini innlit í hvør ráddi í Føroyum, hvussu tey búðu og hvat tey trúðu á. At enda síggja vit ein søguligan stað, soleiðis sum hann er í dag. Óli Petersen hevur teknað stuttligu tekningarnar um landnámið. Spf Gramar hevur umsitið prentingina. Bókin fæst í Bókamiðsøluni og í bókahandlunum. Fýra aðrar bøkur eru í røðini ”Komið og kannið”.