Skip to main content

Ljósshow á Freemont Street





Vakru fasadurnar á Golden Nugget og 4 Queens á Freemont Street, downtown Las Vegas. Niðri undir hyggja vit at Queen, ið eru evni í ljósshowi undir loftinum, sum er yvir allari gøtuni (Myndir: Birgir Kruse)

Gamli býarparturin Downtown er nærum farin í gloymskuna, nú The Strip er so nógv útbygdur og væl vitjaður. Kring gomlu gøtuna Freemont eru spælistøðini Golden Nugget og 4 Queens. Her plagdu Elvis og Sinatra at ganga, tá teir vóru frammi. Gamaní, tað er ein farin tíð. Men býlingurin Downtown hevur tikið kappingina upp við The Strip og lagt alla gøtuna Freemont undir tak. Hvønn heila kvøldstíma er ljósshow, ið er størri og ógvusligari enn alt eg fyrr havi sæð. Sum at síggja ein risa sjónvarpsskerm, ið vísir MTV um allan sjónarringin. Í hesum føri ein reklama fyri Queen og teirra útgávum. Ekstravagansa í litum og ljóði.