Skip to main content

Marknaður í Hollywood





Ovat sæst skeltið Hollywood Boulevard-Vine Street, har Capitol bygningurin stendur sum ein gamal plátuspælari við plátum í løgum; ovast er nálin á gamla plátuspælaranum. Niðriundir sæst Elizabeth, ið borðreiðir við altskyns frukt og grønmeti og tvær myndir av sunnudagsmarknaðinum í Hollywood (Myndir: Birgir Kruse)

Sunndag er fruktmarknaður við vegkrossin Hollywood Boulevard og Vine Street. Tey, ið skipa fyri útferðum, vilja verða við at hetta er týdningarmesti vegkrossur í heiminum The Corner of the World, har allir heimar møtast. Gamaní er Capitol her, men annars eru bara gamlir bygningar í fríum falli at síggja. Tað dekandenta er eisini vakurt, serliga tá kitch stuðlar uppundir. Í hesi oasu serverar suðuramerikanska Elisabeth okkum grønan lunch við fruktdrykki. Vælsmakkandi í einum landi, sum annars bara etur kjøt.