Skip to main content

Motel 6 og Travelodge



Lítla og lága Travelodge í miðynum í Las Vegas og dagsins útsýni. Okkar bilur er fremst fyri, longst til høgru. Niðast Motel 6 í miðjum Hollywood (Myndir: Birgir Kruse)

Ferðast tú í Amerika kanst tú altíð fáa ymsan avslátt. Tá umræður gistingarhús, serliga motell, verða tvey ymisk hefti brúkt Travellers Cupon Magazine og RoomSaver. Heftini liggja ókeypis frammi á, har ferðafólk koma. Við hepni hava vit brúkt hesi hefti, ið geva atgongd til luksuskømur, fyri lítlan pening. Gistingarhús, sum altíð eru við í hesum heftum, eru tey bíligu Motel 6, sum vit búðu á í Hollywood og Travelodge, sum vit nýttu í Las Vegas. Í báðum førum er talan um spartansk gistingarstøð, ið eru rein, og liggja væl fyri, mitt í býnum. Mest umráðandi er lági kostnaðurin. Her hittir tú ferðafólk, ið vilja annað og meiri enn bara at sova væl. Men í Las Vegas er dagarnir hjá bíliga Travelodge helst taldir. Kring lága motellið, mitt í býnum, verður bygt í allar ættir. Las Vegas er skjótast vaksandi amerikanski býur. Always on the money, sum tey siga.